MFS fegnast um tiltakið "Markleys Útbúgving"

(Ljóðsamrøða) Turið Christophersen, forkvinna í MFS fegnast um møguleikan at kunna skipa fyri tiltakinum

Meginfelag Føroyskra Studenta - MFS - er við til at skipa fyri stóra útbúgvingar-tiltakinum "Markleys Útbúgving", sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.

 

Forkvinnan, Turið Christophersen sigur, at tey í MFS fegnast um at kunna verða við at skipa fyri einum slíkum tiltaki, har øll og alt, sum hava við útbúgvingar at gera eru savnaði undir einum taki. Tey á básinum hjá MFS hava eisini brynjað seg til at svara nógvum spurningum um ymisk mál, sum hava áhuga millum tey, sum ætla at taka eina hægri útbúgving í Føroyum ella uttanlands.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Turið Christophersen.