-Vit kunnu ikki góðtaka, at føroyingar við breki ikki eru vard av straffilógini, sigur Laila Solmunde, forkvinna í MBF. Finn Ougaard, varafúti, staðfesti í gjár, at fólk við breki eru ikki vard av §266b.
Greinin í straffilógini verjir ímóti, at fólk vegna húðarlit, seksuellari sannføring, trúgv, rasu, tjóðskapi, ella etniskum uppruna verða háða, forfylgd ella niðurgjørd. Sostatt eru fólk við breki ikki vard av hesi lógini.
Laila Solmunde, forkvinna í MBF sigur, at hetta er at diskriminera føroyingar við breki.
Hon sigur, at MBF ikki kann góðtaka, at føroyingar við breki ikki verða vardir av lógini.
Føroyar hava samtykt ST- sáttmálan, sum millum annað sigur, at hjá limalondunum skal tað ikki verða loyvt at diskriminera fólk við breki.
Men hetta heldur Laila Solmunde, at Føroyar ikki liva upp til.
-Vit hava ein trupulleika, um fólk við breki ikki kunnu rættsfylgja fólk, sum háða tey, sigur hon.