MF-leiðari vitjar KM

Hetta vikuskiftið skipar Kirkjuliga Missiónsfelagið (KM) fyri ársmøti sínum í Havn. Møtini byrjaðu í gjárkvøldið og verður hildið á til sunnukvøldið.

Til hetta høvið er leiðarin á Meinigheitsfakultetinum (MF) í Århus, Ingolf Henoch Petersen komin higar at tala. Hann talaði á møtinum í gjárkvøldið og verður at hoyra allar dagarnar sum talari á møtum og bíbliutíma.

Leygarkvøldið kl. 20 verður sjónvarpsmøti, har sóknarpresturin Hanus Simonsen og Jústinus Poulsen úr Hvannasundi tala, og fólk av Strondum syngja.

Ársmøtið endar sunnudagin kl. 17 við møti, har Ingolf Henoch Petersen og Tummas Lauritsen tala.