Mexico vil hava Mourinho

Portugisiski José Mourinho hevur ikki fingist við fótbólt, síðani Chelsea koyrdi hann úr starvi í september, í fjør. Mong evropeisk feløg hava roynt at lokka Mourinho at gerast venjari, men Mourinhon hevur ikki tikið av nøkrum tilboði. Men nú hevur Mourinho fingið eitt øðrvísi og spennandi tilboð. Meksikanska fótbóltssambandið, sum hevur sparkað Hugu Sanchez úr starvinum hevur Mourinho ovast á ynskilista sínum at taka við, sum landsliðsvenjari Mexico. Næstir á ynskilistanum eru brasiliumaðurin, Felipe Scolari og italiumaðurin, Marcello Lippi, sum førdi Italia til heimsmeistaraskapið í 2006. ?Vit hava avtalur við Scolari og Lippi, og vit royna at fáa koma í tal við Mourinho. Vit vilja fyrst og fremst finna út av, um teir eru áhugaðir at koma og arbeiða her í Mexico. Vit eru væl vitandi um, at eingin av teimum trimum er bíligur at seta í starv, men pengar skulu so ikki verða ein forðan. Óansæð kostnaðarstøðið, so vilja vit hava ein vinnara.? Hetta segði forsetin í meksikanska fótbóltssambandinum, Justino Compean sambært SkySports.