Eftir at hava hýst endaspælunum í 1970 og í 1986 ætlar Mexico sær fyri triðju ferð at verða vertur fyri HM-kappingini í fótbólti. Mexicanska fótbóltssambandið váttað fríggjadagin, at tey ætla sær at søkja um vertsskapin fyri HM-endaspælið í 2018 ella í 2022. Verður Mexico valt sum vertstjóð, verður landið tað fyrsta ,sum hevur hýst trimum endaspølum. Umframt Mexico sigast Qatar, Japan, Kina, Australiga, USA, Ongland og Holland/Belgia eisini hava ætlanir um at søkja um vertsskapin.