Mew sangari velur Nordic Playlist

Hesa vikuna hevur Mew oddamaðurin Jonas Bjerre valt listan av tí, hann heldur vera mest spenandni tónleikin í Norðurlondum í løtuni.

Listin hesa vikuna er eitt áhugavert bland av nýggjum og eldri tónleiki, ið Jonas Bjerre hevur sterkar kenslur fyri.

Stars Are A Sailing - Kala-OK [DAN]
Forever Grinning - Thulebasen [DAN]
Little Star - Stina Nordenstam [SVØ]
Hit the Waves - The Mary Onettes [SVØ]
State Of No Connection - Put Your Hands Up For Neo-Tokyo [NOR]
Au - Kaja Gunnufsen [NOR]
Black Acid - Death Hawks [FIN]
Latter Days - French Films [FIN]
Sudden Throw - Ólafur Arnalds [ÍSL]
Tokan - Marius Ziska [FØ] & Svavar Knútur [ÍSL]

Vitjið listan og hoyrið tónleikin her

Nordic Playlist, nýggjasta átakið fyri útbreiðsluna av norðurlendskum tónleiki. Hesin listi verður marknaðarførdur við tí í huga, at tey, ið elska tónleik lætt skulu fáa atgongd til nýggjan norðurlendskan tónleik.

Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.