Handilin hjá Atlantsflog og Vága Floghavn við tollfríum vørum á flogvøllinum hevði í fjør størsta yvirskotið nakrantíð.
Úrslitið í fjør hjá P/F Duty Free, sum tollfríi handilin á fløgvøllinum í Vágum kallast, gjørdist eitt yvirskot ypp á slakar 17 milliónir krónur.
Bruttovinningur felagsins var upp á góðar 28 miliónir krónur, sum er góðar tríggjar millionir meira enn árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin var 6,4 milliónir krónur í mun til 5,8 árið fyri.
Ársúrslitið upp á 16,9 millónir er 2,3 milliónir meira enn árið fyri.
– Síðan handilin lat upp í juni 2014, hevur sølan og úrvalið av vørum verið vaksandi. Tað verður leypandi arbeitt við vøruúrvalinum fyri at tryggja, at handilin hevur røttu vørurnar. Dentur verður lagdur á, at søluvørurnar í handlinum eru eitt vet bíligari enn hjá kappingarneytunum, sum eru teir útlendsku flog vallirnir, serliga flogvøllurin í Kastrup, skrivar felagið í ársfrásøgnini. Og heldur fram:
– Skápini til web ordrar, sum vóru tikin í brúk í novembur 2018, hava verið sera væl móttikin. Talið av bíleggingum á heimasíðuni er vaksandi og í 2019 var talan um 7.800 bíleggingar. Talið av bíleggingum á heimasíðuni í 2018 var 5.750.
Um framtíðina skrivar felagið soleiðis:
– Tað hevur týdning framhaldandi at menna søluna og vøruúrvalið, og at tryggja, at handilin framhaldandi er kappingarførur.
– Úrslitið næsta ár verður tó ávirkað av Korona farsóttini, sum hevur stóra ávirkan á flogferðsluna og harvið eisini søluna í Duty Free handlinum í 2020.
Hóast góða úrslitið, so er eginpeningur felagsins ikki meira enn 462.000 krónur, tí felagið hevur útlutað stór vinningsbýti til eigararnar á hvøjum ári. Hesaferð var vinningsbýtið 18 milliónir krónur. Tilsamans hava almennu feløgini P/F Vága Floghavn og P/F Atlantsflog fingið 59,5 milliónir í vinningsbýti, síðani tollfríi handilin lat upp í 2014.
Í nevndini fyri P/F Duty Free sita:
Regin Hammer, formaður
Regin I. Jakobsen
Niels Mortensen
Stjóri er Vivian Ole-Jacobsen

Metyvirskot av at selja tollfríar vørur












