Mette royndist best

Nýggja eplaslagið Mette royndist í ár best í bæði flagveltu og hyppiveltu, men nøkur av kendu sløgunum góvu eisini nógva fold

Eins og undanfarin ár gjørdi Royndarstøðin í Kolafirði í ár royndir við ymiskum eplasløgum. Hetta verður gjørt fyri at hava eina leiðbeining í, hvørji eplasløg loysa seg best at seta niður.
Tvær royndarveltur vóru. Onnur var í sandjørð, ein hyppivelta á Sandi, og hin var ein flagvelta í Miðgerði í Kollafirði.
Saman um tikið var úrtøkan ójøvn kring landið. Á Sandi var úrtøkan undir miðal, uttan at til ber at siga, hvør orsøkin til hetta var. Men í Miðgerði var úrtøkan sera góð við 11,5 folld í miðal. Hetta er eitt sindur minni enn besta ár sum var í fjør. Tá var úrtøkan 12,8 fold.
Veðrið hevur nógv at sigast, hvussu eitt ár roynist til eplir. Einki óvanligt var við veðrinum í ár. Tíðliga i mai var heldur kalt, men sambært hitamátingunum hjá Búnaðarstøðini var lýggjari enn vanligt alt summarið. Tað var ikki ov turt, men hinvegin skein sólin færri tímar enn vanligt.

Lítil svartaspilla
Tað var ikki nógv svartaspilla í veltunum í ár, men onkur dømi vóru tó. Royndarstøðin royndi at sproyta slokkarnar sum fyribyrging 6. og 28. august, og eingin spilla var, tá ið eplini vórðu tikin upp.
Seinast í september var nógvur vindur, sum fór illa við slokkunum.

Úrtøkan
Í veltuni á Sandi royndyst fýra av átta nýggjum sløgum best. Allrbest royndist Mette, men Senna gav eisini nógv. Kendu sløgini Hanna, Folva, Raja og Oleva góvu øll yvir miðal.
Í veltuni í Kollafirði royndust sjey av níggju sløgum best, og eisini her vóru Metta og Sanne best við ávikavist 15 og 17 fold. Raja, Oleva og Hanna góvu miðal úrtøku.

Mette
Hetta eplaslagið er nýtt og hevur nú í tvey ár fruktað betur enn onnur roynd eplasløg. Eplið er hvítt og slætt. Tað smakkar nøkulunda sum Hanna og Folva. Metta verður at fáa sum set næsta ár, og Peder T. Haahr, stjóri á Royndarstøðini væntar, at nógv fólk fara at seta hetta eplið niður í vár.

Senna
Hetta nýggja eplaslagið hevur fruktað væl í ár. Um tað verður, sum væntað, at Raja ikki fæst aftur, kann Senna óivað avloysa. Eplini eru rímiliga stór og egnað seg væl sum bakieplir. Senna er ikki so mjølvit sum Raja og Oleva. Tað verður at fáa set set næsta ár.
Onnur nýggj sløg eru roynd, men verða ikki at fáa sum set næsta ár.
- Vit kunnu framvegis viðmæla hvítu eplini Folva, Hanna og Maris Piper og reyðu eplini Oleva og Raja, um tað sæst næsta ár. Men fleiri áttu eisini at roynt Mette og kanska Senna eisini, sigur Peder T. Haahr.
Royndarstøðin mælir til at viðgera eplini, tá ið tey verða sett niður, við einum pulvuri moti rótasoppi. Tey seinastu árini hava serliga Hanna, Raja og Oleva veri fongd við rótasoppi, men við at viðgera eplini í royndarveltuni í ár , var úrtøkan góð.
Peder T. Haahr sigur, at rættast er at seta niður í flagveltu millum flaggdag og fyrst í mai, og í hyppiveltu frá fyrst í mai og til seinast 20. mai.
Hvørt epli skal hava 45-55 gramm av eplatøðum. Verður taðað meira, síggjast ofta rivur á eplinum, ella svartir blettir ella hol eru í teimum stærstu pelunum. Jú meira tøð, meira vatnut verða eplini.