Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, og verjumálaráðharrin og formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen, hittast í kjaki í TV 2 sunnudagin.
Tað skrivar TV 2 í tíðindaskrivi.
TV 2 kallar sendingina "Topmødet", og hon verður tikin upp í Odense við Cecilie Beck sum verti.
– Vit bjóða dønum í "Topmødet" at geva teimum greið svar uppá, hvat valið hevur at týða fyri teirra gerandisdag, fyri Danmark og krossin, tey fara at gera á valdegnum 24. mars, við beinleiðis kjaki millum Mette Frederiksen og Troels Lund Poulsen, sigur Anne Mette Svane, redaktørur TV2 News í tíðindaskrivinum.
– Her fara teir báðir stjórnarsamstarvsfelagarnir fyri fyrstu ferð at bjóða hvørjum øðrum av um forsætisráðharrasessin.
Bæði Mette Frederiksen og Troels Lund Poulsen, sum síðani seinasta fólkatingsval hava sitið í stjórn saman, hava boðað seg fram sum forsætisráðharravalevni. Somuleiðis hevur Lars Boje Mathiesen úr Borgaraflokkinum eisini bjóðað seg fram.
– Vit hava tvey avgerandi redaktionell kriterium fyri, hvørji forsætisráðharravalevni eru við í "Topmødet". Mette Frederiksen og Troels Lund Poulsen hava uttan fyrivarni meldað seg sum forsætisráðharravalevni, sigur Anne Mette Svane.
Hon leggur afturat, at talan er um tey bæði valevnini, sum í løtuni hava undirtøku frá øðrum flokkum á fólkatingi at skipa komandi stjórn.
Aðrir flokkar fáa høvi at kjakast í TV 2 seinni í mars.
10. mars fara Mona Juul (K), Inger Støjberg (DD), Pia Olsen Dyhr (SF), Martin Lidegaard (R), Franciska Rosenkilde (AL) og Morten Dahlin at kjakast í Horsens.
Og 17. mars fara Morten Messerschmidt (DF), Alex Vanopslag (LA), Pelle Dragsted (EL), Lars Løkke Rasmussen (M) og Lars Boje Mathiesen at kjakast í Brande.
Hetta fer fram í sendingunum "Valgmøde Live".
/Ritzau/










