##med2##
Mette Frederiksen er sambært nýggjari kanning tann stjórnarleiðarin, sum flestu danir vilja hava. Men um vit leggja saman úrslitini hjá teimum báðum valevnunum á bláu síðu, so er tætt millum veingirnar.
Kanningin er frá Voxmeter, og 834 fólk eru spurd, hvønn tey helst vilja hava til stjórnarleiðara. Har peika 51,7 prosent á núverandi forsætisráðfrú, meðan 48,3 prosent peika á annan av teimum bláu.
Søren Pape Poulsen hjá teimum konservativu fær 25,9 prosent, meðan Vinstraformaðurin Jakob Ellemann-Jensen fær 22,4 prosent í kanningini, sum er gjørd tíðarskeiðið 3. - 6. oktober.
Mette Frederiksen skrivaði út valið mitt í tíðarskeiðnum – á middegi 5. oktober, og tí er óvist, hvussu nógv tað hevur ávirkað.
Hans Engell, politiskur viðmerkjari sigur kanningin avera »ógvuliga áhugaverdar«, tí valstríði fer sambært honum í stóran mun at snúgva seg um persónar.
– Nógv halda, at hetta fólkatingsvalið verður eitt sindur av eini fólkaatkvøðu fyri ella ímóti Mette Frederiksen. Um tað er støðan, kann hon ikki vera helit ónøgd við hesa kanningina.
Tey bæði borgarlligu vælevnini ganga báðir eitt sindur aftur í kanningni samanborið við kanning vikuna frammanundan, meðan Mette Frederiksen gongur nakað fram.
Kortini merkir Hans Engell sær, at Jakob Ellemann-Jensen hevur økt um sína undirtøku.
Í fyrstu Voxmeterkanningini av valevnunum í viku 35 peikaðu 16,1 prosent á hann, meðan 22,4 gera tað nú.
– Hann er við at byggja seg upp. Hann fær eisini atkvøður burtur úr undirtøkuni hjá Pape, og í hesum kanningum er ein ávís endurspegling av av seinastu meiningakanningum, sigur Engell.
Í seinastu meiningakanning er reyði vongur nær við at fáa meiriluta. Í kanningini stendur reyði vongur til at fáa 88 tingsessir, meðan blái vongur stendur til 81 sessir.
Javnaðarflokkurin fær 27,5 prosent av atkvøðunum. Vinstri er næststørstur við 14,6 prosentum, meðan tey Konservativu fáa 11,4.
Moderatarnir hjá Lars Løkke Rasmussen standa við 3,3 prosentum og seks sessum enn til leiklutin, har hann kann gerast kongamakari í donskum politikki. Danski Fólkaflokkur stendur til at fara úr Fólkatinginum við 1,7 prosentum av atkvøðunum.
Tó skal viðmerkjast, at í kanningini er ein óvissa upp á 3,0 prosentstig fyri bæði reyða og bláa vong.
Fólkatingsvalið verður 1. november.
/ritzau/