Mette Frederiksen er vald sum kongaligur kannari

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum hevur nú fingið formliga mandatið at skipa nýggja stjórn í Danmark.

Sum væntað er forkvinnan í Javnaðarflokkinum vald til »kongaligan kannara«, sum tað eitur – hon hevur fingið litið upp í hendi at kanna møguleikan at skipan nýggja stjórn í Danmark.

– Tað merkir, at nú er tað uppgávan hjá Mette Frederiksen at leiða samráðingarnar um eina nýggja stjórn, eftir at Lars Løkke Rasmussen hevur biðið um at VLAK-stjórnin leggur frá sær.

Tað sigur formaðurin í Vinstra, eftir athann seinnapartin hitti drotningina.

– Tað er ein meiriluti, sum hevur peikað á Mette Frederiksen. Tí  hevur hon fingið uppgávuna.

– Tað er nú upp til Mette Frederiksen at royna at byggja brúgv um tær greiðu ósemjur, sum í øllum førum tykjast at vera millum flokkarnar, sum peikaðu á hana, sigur Lars Løkke Rasmussen.

/ritzau/