Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer í dag at kunngera broytingarnar í stjórnini fyri drotningini. Hon fer til hennara hátign klokkan 10. Tað upplýsir forsætismálaráðið í tíðindaskrivi.
Tað eru broytingar í ráðharraliðinum, tí Mogens Jensen í gjár valdi at leggja frá sær sum matvørumálaráðharri sum úrslit av rokinum um heimildina at drepa allan minkarstovnin í Danmark.
Mogens Jensen var eisini ráðharri fyri javnstøðu, fiskivinnu og norðurlendskt samstarv.
Í tíðindaskrivinum stendur, at tað ráðharrabroytingar verða klokkan 12.
Tað var væntað, at Mogens Jensen fór at leggja frá sær í málinum um at drepa allar minkarnar í Danmark uttan lógarheimild. Tað hendi í gjár, eftir at álitið frá stuðulsflokkunum á Mogens Jensen var skatt.
Ein frágreiðing um gongdina, sum eisini kom í gjár, hevur víst á stór brek í embætisverkinum í fleiri ráðum.
Hon vísir millum annað, at fleiri av fremstu ráðharrunum longu 1. oktober vórðu ávaraðir um vantandi lógarheimildina. Tað visti Mette Frederiksen ikki, tá hon á tíðindafundi 4. november boðaði frá avlívingini av øllum minkunum í landinum av ótta fyri eini mutatión av koronavirus í minkum.
##med2##
Ávaringin var, at avlíving kanska saman við einum forboð fór at krevja nýggja lógarheimild.
Teir seks ráðharrarnir fingu 1. oktober eitt mál, har ávaringin stóð, áðrenn ein fund í stjórnarnevndini, sum handfer koronuvirus. Einki verður sagt um, hvørt ráðharrarnir hava lisið sjálvt málið, har tað stendur.
Matvørustýrið royndi at ávara áðrenn tíðindafundin 4. november. Men tað stendur ikki greitt, um ávaringin strandaði.
Undan tíðindafundinum fekk Mogens Jensen eitt røðupappír frá embætisverkið sínum, um at tað var grundarlag fyri at drepa minkar í eini lov um hald av djórunm. Men tað vísti seg tó ikki at passa.
Sama kvøld eftir tíðindafundin gjørdist greit fyri Umhvørvis- og Matvørumálaráðnum, at tað ikki var grundarlag í lógini fyriat krevja allar minkar – sjúkar sum frískar – dripnar.,
Ikki fyrr enn 7. november fekk Mogens Jensen at vita, og ikki fyrr enn 10. november varð tann kunningin send minkaalarunum.
/ritzau/