Er fólkatingsval ikki skrivað út í seinasta lagið tá Fólkatingið verður sett 4. oktober, so verður stjórnin feld.
Tað hevur verið krav frá stuðulsflokkinum Teimum Radikalu síðani fyrst í juli.
Men hóttanina um val ætlar Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, ikki at svara ítøkiliga uppá á summarfundinum hjá Javnaðarflokkinum í Odense.
Fleiri ferðir verður hon spurd um boðini frá teimum Radikalu.
– Eg hava onga viðmerking til tað, sum tey Radikalu hava sagt, men valið skal skrivast út inna eitt lítið ár – tað vil siga inn grundlógardagin næsta ár, sigur Mette Frederiksen.
Hon sigur tó, at hon »sjálvandi« lurtar eftir, hvat flokkarnir í Fólkatinginum siga.
– Ikki minst teir flokkar, sum eru parlamentariskt grundarlag undir stjórnini.
##med2##












