Mette F. ætlar at steingja handilsmiðstøðir

Boðað er aftur frá tíðindafundi í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn, har Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, fer at koma við enn fleiri koronutiltøkum.

Nú ljóðar, at stjórnin ætlar at steingja handilsmiðstøðir í stríðnum at steðgja útbreiðsluni av koronuvirus. Tað skrivar bæði BT og Ekstra Bladet.

Støðan er ring í Danmark, har tað eru met nógv smittað og eins nógv innløgd á sjúkrahúsi við koronu, sum tá ringast stóð til í vár. Tí verður roknað við ógvuliga strongum tiltøkum, fyri at stegða smittuni um jólini.

Tíðindafundurin í forsætisráðnum verður klokkan 17.