Mette F: Danmark vil taka størri altjóða ábyrgd

Danska stjórnin vil hava Danmark í trygdarráðið hjá ST. Tað verður eitt langt valstríð, sigur forsætisráðfrúan

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sigur í dag, at »vit sum donsk stjórn eru til reiðar at taka enn størri altjóða ábyrgd«. Og tí er Danmark nú alment valevni til at gerast limur í trygdarráðnum hjá ST í 2025-2026, váttar forsætisráðfrúan á tíðindafundi á Marienborg.

– Stjórnin vil tí arbeiða fyri, at Danmark fær pláss í trygdarráðnum. At verða valdur inn har er ein stór uppgáva og eitt drúgt valstríð. Vit skulu hava 129 ymisk lond at stuðla okkum, sigur Mette Frederiksen.

Hon leggur tó dent á, at tað »ikki er ein ógjørlig uppgáva«, tí Danmark hevur verið í trygdarráðnum hjá ST fýra ferðir áður. Seinast í 2005-2006.

– Eitt pláss í trygdarráðnum fer at geva okkum møguleikan fyri at stríðast fyri donskum og fólkaræðisligum virðum í einum heimi í broytingartíð, sigur Mette Frederiksen.

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, greiðir víðari frá, at »mannarættindi, veðurlag og fyribyrgin av stríðum« fara at vera nakrar av høvuðsmálunum hjá Danmark í stríðnum um at vinna sær sæti í ST trygdarráðnum.

– Vit stilla upp á einum greiðum virðisgrundarlag. Vit vilja vera heimsins álitisfólk og arbeiða fyri at økja um trygdina hjá dønum, sigur Jeppe Kofod.

Á tíðindafundinum var fyrrverandi uttanríkisráðharrin Kristian Jensen úr Vinstra kunngjørdur sum serligur umboðsmaður fyri Danmark í stríðnum at vinna sessin.

– Kristian Jensen er tann heilt rætti maðurin at stríðst fyri danska valinum. Takk fyri, at tú tekur ábyrgdina á teg, sigur Mette Frederiksen.

Í ST trygdarráðnum sita 15 limir. Fimm lond hava fast sæti, meðan tíggju sessir eru til onnur lond, tvey ár í senn.

Føstu limirnir í trygdarráðnum eru Frankaríki, Kina, Russland, Bretland og USA.

/ritzau/