Sambært kanningini fáa flokkarnir vinstru megin miðjuna 55,1 prosent av atkvøðunum, meðan borgarligu stjórnarflokkarnir saman við Dansk Folkeparti og teimum trimum nýggju flokkunum, sum stilla upp, tilsamans fáa 44,5 prosent.
##med2##
Tað gevur andstøðuflokkunum 99 fólkatingssessir og stjórnarflokkunum 76.
Aftur at hesum eru tvey fólkatingsumboð úr Føroyum og tvey úr Grønlandi. Fyri at hava meiriluta í Fólkatinginum er neyðugt við 90 sessum.
/ritzau/