Metstórt svik við gjaldskortum í Danmark

Ongantíð áður hevur svikið við gjaldskortum verið so stórt í Danmark sum tað seinasta árið.

Tann seinasta uppgerðin vísir, at í fjør tóku snildir tjóvar 53,2 milliónir krónur av kortkontum, og tað var heili 46 prosent meiri enn í 2011.

 

Søren Winge, sum er kunningarstjóri hjá Nets, ið umsitur donsku gjaldskortskipanina, sigur við metroXpress, at tey hava fingið serliga nógvar fráboðanir frá fólki, sum hava mist pengar, eftir at tey hava brúkt gjaldskortið á tokstøðum, bensinstøðum og í náttklubbum. Á hesum støðum eru ofta nógv fólk, og tá kann tað vera trupult at fjala tað, sum fólk tasta inn, sigur hann, og tjóvarnir vita eisini, hvar teir skulu liggja framvið.

 

Í øðrum førum fara tjóvarnir avstað við pengamappuni, og í fjør vórðu næstan 26 milliónir krónur tiknar úr sjálvtøkum við stolnum dankortum.