Metstórur vápnaútflutningur

Rusland hevur í ár selt vápn fyri einar 39 miljardir krónur. Hetta er met í Ruslandi, men kortini selir USA enn fleiri vápn enn Rusland Varaforsætisráðharri Ruslands, Sergej Ivanov, sigur, at Rusland hevur selt vápn og vápnaútbúnað í ár fyri 39 miljardir krónur. Soleiðis hevur landið næstan tvífaldað sína vápnasølu til útlandið síðan ár 2000. Í ár hevur landið selt 80 ymiskum londum vápn og ymiskan vápnaútbúnað.

Sambært serfrøðingum kann vápnaútflutningut Ruslands í ár fara yvir tær 40 miljardir krónurnar, sigur tíðindastovan RIA Novosti.

USA er tó framhaldandi heimsins størsti vápnaútflytari, og sagt verður, at landið í ár hevur selt vápn fyri út við 44 miljardir krónur.

Tað eru tøl hjá Stockholm International Peace Research Institute (SIPRI), sum vísa hetta.

Í fjør seldi Rusland vápn og hernaðarútbúnað fyri einar 36 miljardir krónur, vísa tøl hjá SIPRI.