Tey sum ætla at lesa hava nú sent umsókn sína um upptøku um hægri lærustovn. Søgu- og Samfelags-deildin lýsti herfyri við eini felagsútbúgving í søgu og mentanarfrøði og í stjórnmálafrøði. Talið av umsøkjarin til hesa útbúgving er metstórt.
Næstan 60 umsóknir eru komnar til hesar báðar útbúgvingarnar. Deildin viðgerð í hesum døgum umsóknirnar og umsøkjararnir kunnu vænta at fáa svar rættiliga skjóttt. Tað er hølisviðurskiftini, sum koma at avgera, hvussu nógv verða tikin upp.
Tey sum verða upptikin velja eftir 1. árunum, um tey vilja verða B. A. í søgu og mentarfrøði ella B.S.Se. í stjórnmálafrøði. 7 fólk tóku herfyri B.S.Sc. prógv í stjórnmálafrøði.
Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt sáttmála við Føroya Sjómansskúla um lán av eini hædd til undir-vísingina hjá Søgu- & Samfelagsdeildini og hjá Føroyamálsdeildini. Har verða tvær stórar skúlastovur og ein minni umvaldar í løtuni.
Fleiri lesa tað seinasta árið av bachelor-útbúgv-ingini í søgu og verða helst liðug fyrst í komandi ári.
Á deildini ber eisini til at lesa høvuðsgrein í søgu, men hetta verður um stutta tíð broytt til eina master-útbúgving. Masterútbúgvingin tekur tvey ár omaná bachelorútbúgvingina.










