Nógv fólk vóru í dýrdarveðrinum í gjár við tjørnuvíkingum í Stakkinum.
Tað er ógviliga forkunnugt at fara út í Stakkin. Farið verður út við rennistrongi. Í Stakkinum varð rikið og fingið fatur á seyðinum – tilsamans 15 seyðir.
Síðani varð seyðurin førdur yvirum við rennistronginum og leiddur heim í bygdina.
##med2##
Klokkan 17 í gjár var uppboðssøla við bygdahúsið. Nógv fólk var komið saman, og har var kappbjóðað.
Til dømis fór ein veðrur fór fyri 15.500 krónur, ein annar fyri 17.000 krónur, eitt veðurlamb fyri 15.000 krónur, eitt gimburlamb fyri 9.000 krónur og ein ær fyri 5.000 krónur.
##med3##
Nakrir seyðir vóru eisini flettir, og kjógv, bógvar, hálsar, háryggar og mjóryggar varð selt hvør sær.
Úrslitið var sum sagt 134.150 krónur, og tað eru tjørnuvíkingar sera takksamir fyri.
##med4##
##med5##