Metstór luttøka á áttandu oyggjaleikunum

Oyggjaleikir: Í døgunum 25. juni til 3. juli í ár fara 89 føroyingar til Gotlands at verða við á áttandu Oyggjaleikunum. Stórur áhugi er fyri at verða við og ikki færri enn 2100 luttakarar frá 22 oyggjum ymsastaðni kring heimin hava boðað frá, at tey ætla sær til Gotlands í summar

Áttandu Oyggjaleikirnir verða í summar. Gotland hevur boðið ítróttarfólki frá hinum oyggjunum í Inter Island Games at dystast um heiðursmerkini. Og áhugin fyri at verða við er stórur. Ikki færri enn 22 oyggjasamfeløg hava boðað frá, at tey senda ítróttarfólk til Gotlands og nú sviar hava talt saman eru ikki færri enn 2100 luttakarar tilmeldaðir.

So nógvir luttakarar hava ongantíð verið við áður. Til sammetingar kann sigast, at tá leikirnir vóru í Føroyum vóru 1000 ítróttarfólk við.

Tað er eitt sindur misjavnt hvussu nógv ítróttarfólk tær ymsu oyggjarnar senda. Frástøðan hjá onkrum oyggjasamfeløgum ger, at tað er sera dýrt at verða við, meðan tað hjá uppaftur øðrum oyggjum er so lítið fólkagrundarlag at taka av, at tað avmarkar seg sjálvt.

Flest luttakarar hevur verturin Gotland. Teir hava ikki færri enn 234 luttakarar og sum verða man eru teir við í øllum greinum. Teimum á baki koma Ermasundsoyggjarnar Jersey við 191 luttakarum, Guernsey við 185 luttkarum og síðani Isle of Man við 172 luttakarum.

Bert fýra oyggjasamfeløg hava boðað frá luttøku í øllum ítróttargreinum. Tó skal tað viðmerkjast, at Isle of Man hevur sett spurnartekin við, um teir fara at verða við í bowlingkappingini. Gera mansbúgvar ikki tað, so verða tað bert tríggjar oyggjar, sum verða við í øllum greinum.

Hvussu úrslitini fara at verða, ber sjálvandi illa til at siga nakað um frammanundan, men tað er eingin loyna, at tað verður torførari og torførari at gera seg galdandi í hesi kapping um ein ikki er í nóg góðari venjing.

Tað eru føroysku ítróttarfólkini greið yvir, og tey eru farin undir málrættaðar venjingar fyri langt síðan.

So er spurningurin, hvørt tað fer at eydnast føroyingum at fáa eins góð úrslit og frammanundan.

Á Oyggjaleikunum seinast vunnu føroysku ítróttarfólkini ikki færri enn 37 heiðursmerki. Fimm teirra vóru úr gulli, 10 úr silvuri og 22 úr bronsu. Tað má sigast vera sera væl klárað at koma aftur við so góðum úrsliti, hóast úrslitið onkuntíð eisini hevur verið enn betri enn tað.

Sum sagt, so hava føroyingar staðið seg væl, og við tí venjing sum verður løgd í, er bara at vóna, at úrslitið verður eins gott hesaferð.