#MeToo hevur hevur fingið fleiri kvinnur at greiða frá seksuellum ágangi og/ella harðskapi, ið tær hava upplivað - bæði á arbeiðsplássinum, men eisini aðra staðni og í øðrum samanhangi. Ein teirra er 30 ára gamla Joan Scott Brockie, sum tríggjar ferðir hevur upplivað ógvusligan ágang.
– Tað var okkurt í mær, sum segði, at eg skuldi rópa hart og ikki tiga, tá eg sá, at fleiri føroyskar kvinnur, ið høvdu lutað hashtaggið, ikki vildu greiða frá tí, sum var hent teimum. Eg havi altíð angrað, at eg ikki havi tosað um tað, sum er hent mær, tí tað hevur oyðilagt so nógv í mínum lívi, sigur Joan Scott Brockie sum nú vil bróta tøgnina við at siga sína søgu.
Les alla samrøðuna við Joan Scott Brockie í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú. Sosialurin kann eisini keypast talgiltur her