Metnógv ferðsla í Norðoyatunlinum

Aldrin áður hava so nógvir akfør koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin í einum einstaka mánað.

August mánaði er ein av teimum hendingaríku mánaðunum í Klaksvík, tá skipað verður fyri bæði Summar Festivalinum og Sjómannadegnum í næststørsta býnum í Føroyum.

Tað sæst eisini aftur í tølunum fyri akfør, ið koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin, ið bindur Norðoyggjar saman við Eysturoynna. Aldrin áður hava so nógv akfør koyrt gjøgnum tunnilin upp á ein einstakan mánað. Ì august koyrdi nevniliga 3.011 akfør í miðal gjøgnum tunnilin um dagin. Tað skrivar P/F Norðoya- og Vágatunnilin á  teirra heimasíðu. 


Um hugt verður eftir gongdini í øllum 2015, so sæst at ferðslan í Norðoyatunlinum er økt við 5,7 prosentum frá januar til august í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað sama ger seg tó ikki galdandi í Vágatunlinum, har ferðslan higartil í ár er 0,7 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør.