- Eftirmetingar frá 2018 vísa, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar, fólk undir lestri, eins og yrkislærd fólk, sum búgva í Føroyum, sigur Katrin I. Gregersen.
Á árligu Jobmatch starvsstevuni hava føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar umleið hálvthundrað størv tøk at bjóða teim vitjandi.
Eftirmetingar frá 2018 vísa, at yvir 60 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, uppgávu ella starvsvenjingarpláss.
Í 2018 taldu kvinnurnar 54% av teim vitjandi, og størsti parturin, nevniliga 79%, eru millum 23 og 38 ár. Hetta er eisini galdandi fyri mannligu vitjandi.
Øll árini hevur býtið millum vinnuliga og almenna geiran verið rættuliga javnt millum luttakarar á Jobmatch.
Starvstevnan byrjar leygardagin 28. desember klokkan 12 í Norðurlandahúsinum.