Jo-Wilfried Tsonga vann á Milos Raonic í longsta tennisdysti nakrantíð í OL-søguni, og er nú í triðja umfari.
Fransmaðurin vann 6-3, 3-6, 25-23 eftir trimum tímum og 56 minuttum, eftir einum triðja setti, sum vardi 48 games sum í sjálvum sær er olympiskt met.
66 games langi dysturin sló eisini 48 games langa dystin í 2004 millum Fernando Gonzalez og Taylor Dont, sum samstundis var bronsudystur í Athen.
Bæði Tsonga og kanadiski Raonic mundu kenna tað sum ein lætta, tá seinasti bólturin endiliga var avgjørdur.