Metløn til týskarar

Týsku landsliðsspælararnir í fótbólti hava longu vissað sær eina metstóra bonus-upphædd fyri luttøkuna í EM-endaspælinum. Við at vinna seg fram til finaluna hevur hvør av spælarunum tryggjað sær 150.000 evrur ella á leið 1.25 milliónir kronur. Vinnur Týskland finaluna, verður samlaða upphæddin til spælararnar á leið 2 milliónir kronur. Tað er tó lítið fyri at rokna í mun til tað, sum týska fótbóltssambandið fær fyri luttøkuna. Higar til er parturin hjá Týsklandi í UEFA-pengum komin upp á 142 milliónir krónur.