Metlága rentan fer í søguna

Fyri fyrstu ferð síðani august í 2008 hækkar Evropeiski Miðbankin rentuna, og fyri fyrstu ferð í næstan tvey ár fer rentan í evrulondunum upp um eitt prosent. Í Danmark verður roknað við, at Tjóðbankin fer at hækka ta donsku rentuna seinnapartin, soleiðis at tann leiðandi rentan fer úr 1,05 prosenti í 1,3 prosent.

Jes Asmussen, sum er búskaparfrøðingur í Handilsbankanum, sigur við DR, at rentuhækkingin ber boð um, at tíðin við teirri óvanliga lágu rentuni er farin, og tí væntar hann eina rentuhækking afturat í juni ella juli.