Metlág valluttøka í Klaksvík

Taka klaksvíkingar seg ikki saman, er vandi fyri, at valluttøkan í Klaksvík verður metlág hesuferð og á Tvøroyri er valluttøkan eisini nógv lægri enn seinast Valluttøkan í Klaksvík onki at reypa av.

- Taka klaksvíkingar seg ikki saman, er vandi fyri at valluttøkan í Klaksvík verður metlág hesuferð, sigur Karl Johansen í valstýrinum fyri Rás2 fyri eini løtu síðani.

Hann segði, at valluttøkan higartil hevur verið nógv niðanfyri luttøkuna á seinasta og næstseinasta fólkatingsvali.

Klokkan 18 í kvøld høvdu 1440 fólk verið á vali í Klaksvík og tað er 227 færri enn seinast, tá ið 1667 høvdu verið á vali klokka 18. Men eisini á valuninum í 2001 var valluttøkan nógv størri enn hon hevur verið higartil í dag.

Á Tvøroyri høvdu 639 fólk verið á vali klokkan 18 og tað eru 48,2% av veljaraskaranunm. Á valinum í 2005 høvdu 738 fólk verið á valið klokkan seks og tað er eitt luttøkuprosent upp á 54,5.

Sostatt er eisini talan um nógv lægri valluttøku á Tvøroyri