Metir Rubeksen-brøðurnar verða góðar spælarar

Spurdur um dygdirnar hjá Tummasi Hansi Rubeksen og Hendriki Rubeksen, sigur Arild Hagen Bakke: - Soleiðis sum eg havi eygleitt teir báðar til venjingarnar, so vil eg siga, at talan er um tveir góðar fótbóltsspælarar. Teir spæla á ymiskum plássum á vøllinum. Tummas Hans er ein reindýrkaður framherji, meðan Hendrik bæði hevur verið vinstri bakkur, og hevur spælt úti á veinginum. Eg havi í venjingardystunum roynt at havt Hendrik á einum sentralum miðvallarplássi, og tað haldi eg er ógvuliga spennandi. Hendrik er ógvuliga skilagóður og hevur gott eyga fyri spælinum. Hann er sterkur í verjuspælinum, og hevur nógvir dygdir, staðfesti Arild Hagen Bakke, tá Rás2 tosaði við hann fyrr í dag.

 

Volda-venjarin var ikki í iva um, at tað var rætt at knýta Rubeksen-brøðurnar at hópinum.

 

Um ambisjónirnar tey komandi kappingarárini sigur venjarin hjá Volda, at teir stremba eftir at enda millum fimm tey bestu liðini í norsku 3. deild komandi kappingarár.

 

Langsiktaði málsetningurin hjá Volda er at koma upp í 2. deild, sum er tann triðbesta deildin. Arild Hagen Bakke viðgongur, at stórur munur er á støðinum í norsku 3. deild og 2. deild, og ein sær ofta, at liðini sum vinna sær uppflyting til 2. deild flyta niður aftur í 3. deild, aftaná bara eitt kappingarár.