Kappróður
Besta úrslitið, sum menninir hava fingið á Scilly-oyggjunum, er framvegis áttanda plássið, sum Eysturoyingur fekk í 1999, men stendur tað til manningina á Havnarbátinum, so verður hetta betrað í næstum.
- Tað er sjálvandi ilt at meta um, hvussu vit kunnu standa okkum, men mann kann so sjálvandi altíð seta sær mál. Og vit hava so sett okkum sum mál, at gera tað betri, enn eysturoyingar gjørdu, sigur Magni Brøðraberg, sum er formaður á Havnarbátinum.
Nýggjur bátur
Til hetta krevst sjávlandi nógv venjing, og teir á Havnarbátinum hava eisini vant í alt ár.
- Vit byrjaðu so spakuliga við venjingini í januar mánaði. At byrja við var talan bert um vanligu venjingina, sum vit plaga at hava. Kropsliga er munurin jú ikki so stórur millum okkara kappróður og gig-róðurin. Tað ræður í báðum førum um at vera væl fyri, heldur Magni.
- Síðani mars mánað hava vit so eisini vant við Brendan, umframt venjingina við Havnarbátinum, so alt í alt skuldu vit verið so hampuliga væl fyri.
Umframt nógvu venjingina, so hava manningarnar í ár kanska betri fortreytir enn áður, tá um sjálvan róðurin ræður.
Í mun til árini frammanundan verður talan í ár um ein spildurnýggjan bát, sum stendur fyri føroyingunum á Scilly, og roknað verður við, at hetta kann gera mun.
- Nú veit eg sjálvandi ikki, hvussu tað ávirkar hetta bátaslagið, men er munurin millum gamlar og nýggjar bátar eins stórur, sum hann er her heima, so er talan um stóran mun. Tað einasta vit vita um Kerens, sum nýggi báturin eitur, er at hann hevur tikið lut á einum róðri, har hann gjørdist nummar trý, so tað boðar í øllum førum frá góðum, heldur Magni.
Kann ávirka
Sum tað so ofta er nevnt, so er talan um heilt annað rógvingarlag, tá róð verður í gig. Spurdur, um hetta ikki er nakað, sum kann ávirka heimligu kappingina, sigur Magni, at tað er tað heilt víst.
- Vit eru fýra, sum bæði eru á Havnarbátinum og venja við Brendan, og tað er fullkomuliga hvør sítt, so tað er væl hugsandi, at hetta kann kosta her heima, men tað vóna vit sjálvandi ikki, at tað fer at gera.
Hóast hetta, so dylir Magni tó ikki fyri, at tað er ein gularót hjá føroysku manningunum, at besti báturin fær eina slíka ferð í vinningarløn. Og hann heldur eisini, at hetta elvir til eina innanhýsis kapping ímillum bólkarnar.
- Serliga seinastu róðrarnar haldi eg, at vit merktu hetta. Onkun tíð tosaðu vit við teir á Nevinum Reyða, har vit taldu, hvussu nógv sekund hvør av okkum hevði vunnið við, men teir kiksaðu so á varmakeldu, so í stigum gjørdust vit besti báturin, sigur Magni at enda, áðrenn hann aftur fer í holt við fyrireikingarnar, sum nú liggja fyri framman.