Methøgt fólkatal

1. juni búðu 48.881 fólk í Føroyum.

Sambært nýggjastu uppgerðini av fólkatalinum hjá Hagstovuni búðu 48.881 fólk í Føroyum 1. juni. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. juni 2014 til 1. juni 2015 var burðaravlopið 234 og nettotilflytingin 282. Hetta gevur ein fólkavøkstur á 516.

 

Sambært Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni er hetta nýtt met. Gamla metið var frá 1. septembur 2009, tá fólkatalið var 48.850.

 

- Samanborið við síðstu uppgerð fyri 12 mánaðar skeiðið mai 2014 - mai 2015 er burðaravlopið so at siga óbroytt, skrivar Hagstovan.

- Fráflytingin er nakað størri og tilflytingin nakað minni, so nettotilflytingin er minkað úr 316 til 282. Vøksturin í fólkatalinum er tí eisini 33 fólk minni enn við síðstu uppgerð, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni.