Methøg luttøka millum útisetar til løgtingsvalið

684 útisetar hava skrásett seg til løgtingsval, ið eru tveyhundrað fleiri enn til seinasta løgtingsval.

684 útisetar hava skrásett seg til løgtingsval, ið eru tveyhundrað fleiri enn til seinasta løgtingsval.


Tað upplýsir Landsfólkayvirlitið, ið hevur skrásetingina um hendi.


Hetta svarar til eina valluttøku á næstan 45 prosent millum útisetarnar í hagfrøðiliga yvirlitinum hjá føroyska stuðulsstovninum, STUDNA.


Hóast valluttøkan framvegis er lág í mun til valini í Føroyum, sum plaga at liggja nær teimum 90 prosentunum, er undirtøkan hjá útisetunum 20 prosent størri enn hon var í 2011 á seinasta løgtingsvali.


Í 2011 var vallutøkan einans 26 prosent, tá ið 424 útisetar av 1.621 høvdu skrásett seg til løgtingsvalið.


Harvið tykist at kunningarherferðin hjá politikkarum, miðlum og áhugafeløgum at kunna teimum lesandi um hvussu mannagongdirnar eru at skráseta seg, hevur eydnast.


Fyri slakari viku síðani, vóru einans 200 útisetar tikin upp á vallistan, og góðar 100 umsóknir til viðgerðar.


Men kunningin um valið tykist hava sett ferð á teir lesandi útisetarnar um at skráseta seg, og tá ið freistin fór týsdagin varð ein munandi størri bunki hjá Landsfólkayvirlitinum at fara ígjøgnum.