Methøgir fiskaprísir fríggjadagin

Tey 9 tonsini av hýsu, sum vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya fríggjadagin, fingu rættiliga góðan prís. Besti hýsuprísur hendan dagin var nevniliga heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo

MARKNAÐUR

Nøgdirnar av hýsu vóru ikki tær heilt stóru á marknaðinum fríggjadagin, men prísirnir vóru rættiliga góðir.
Góð 600 kilo vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 19,80. Góð 5 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 18,18 krónur fyri kilo.
Leggjast kann aftrat, at besti hýsuprísur fríggjadagin var heilt uppi á 23,40 krónum fyri kilo. Tey 3,1 tonsini, sum vóru av hýsu 3, fingu miðalprísin 17,11.
Hetta eru rættiliga góðir hýsuprísir.
Eygleiðarar siga, at sjálvt gomul trolhýsa, sum vanliga liggur um einar 6 krónur, fríggjadagin fekk umleið 15 krónur fyri kilo.

Góðir toskaprísir
Prísirnir á toski á Fiskamarknaði Føroya fríggjadagin vóru eisini góðir. Besti toskaprísur var 20,70, og besti miðalprísur fyri tosk var 19,89, sum var fyri góð 2,3 tons av toski 1.
Sløk 10 tons vóru av toski 5, og miðalprísurin var 10,59 krónur fyri kilo.

Meiri av upsa
Størsta einstaka nøgdin á marknaðinum fríggjadagin var upsi, og miðalprísurin fyri upsa lá omanfyri 9 krónur fyri kilo.
Orsøkin til, at meiri upsi er á marknaðinum nú enn áður, er ivaleyst, at fiskurin verður útfluttur heilur og feskur.
Fyri at kunna útflyta heilan fisk, er kravt við lóg, at útflytari skal hava keypsváttan. Tí fer upsi um søluna hjá Fiskamarknaði Føroya, um hann annars skal útflytast feskur og heilur.