Methøg ferðafólkatøl í august

Atlantic Airways hevur sent eina fráboðan út, har tey vísa á, at ferðafólkatølini fyri august í ár hava sett met.

 

Fleiri enn 34.500 ferðafólk hava ferðast við flogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways í august. Tað er ein øking á átta prosent í mun til august í 2015.

 

Juli mánaði í ár var eisini metgóður tá uml. 43.000 ferðafólk flugu við flogførum og tyrlum hjá Atlantic Airways.

 

Higartil í ár hava 210.400 ferðandi ferðast við Atlantic Airways, sum er ein øking á átta prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.