Stóra flutningsfyritøkan við íslendskum móðurfelag, P/F Faroe Ship, hevði eitt avlop uppá góðar 120 mió kr. í fjør. Hetta er ein framgongd uppá slakar 155 mió kr í mun til árið fyri, tá fyritøkan hevði hall. Tað skrivar Business Line á heimasíðuni www.bl.fo
P/F Faroe Ship hevur í nøkur ár havt trupulleikar at fáa javnvág í raksturin, og tí hevur verið neyðugt við skerjingum og umlegginginum. Hesi tiltøk hava givið nýtt støðufesti, og fyritøkan kann vísa á sjónligar batar á botnlinjuni.
Um orsøkina til metgóða úrslitið í 2010 sigur leiðslan, at felagið hevur fingið útgoldið vinningsbýti uppá 98 mió kr, meðan vanligi raksturin hevur givið 22 mió kr í avlopi.
Orsøkin til tann góða raksturin er fyrst og fremst tær tillagingar, sum fyritøkan hevur gjørt í rakstrinum tey seinastu árini. Tillagingarnar fevna eitt nú um broytingar í siglingarkervinum og niðurlagan av virksemi, ið ikki ber seg.
Um framtíðina sigur leiðslan, at ásannandi fíggjarligu støðuna í Føroyum og í heiminum verður mett, at 2011 verður eitt trupult og avbjóðandi ár.
Hóast áhaldandi verður arbeitt at menna og tillaga felagið til tørvin hjá viðskiftafólkum, metir leiðslan, at úrslitið 2011 verður heldur lakari enn í 2010.
Eginpeningurin hjá P/F Faroe Skip var við árslok 2010 slakar 172 mió kr. Meðaltalið á starvsfólkum var í fjør 120.
Kelda: Business-Line









