Nógvu tiltøkini í Klaksvík í august høvdu við sær, at ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin slerdi øll met Í miðal koyrdu 2405 akfør um dagin í august gjøgnum Norðoyatunnilin, og so nógv ferðsla er ongantíð teir mánaðirnar, tá ið ókeypis er at koyra gjøgnum tunnilin.
Tiltøkini í Klaksvík í august vóru eisini fleiri og størri enn vanligt. Umframt Summarfestivalin og Sjómannadagin var stóra Hanus G konsertin.
Nøkur fólk, sum annars ikki fóru til Sjómannadagin, munnu hava helst verið ein túr í Klaksvík og skoðað nógv umrødda húkin.