Næstformaðurin í fótbóltsfelagnum Arsenal sigur um vikuskiftið við Sunday Express, at felagið hevur vrakað tvey metstór tilboð upp á álopsspælaran Thierry Henry. Tað hevur í eina tíð verið ivi um framtíðini hjá Henry í Arsenal, men í síðstu viku skrivaði hann undir nýggja fýra ára avtalu við Arsenal.
- Tvey sponsk feløg hava givið okkum sera stór tilboð upp á Henry, men vit takkaðu nei, sigur David Dein við Sky Sports
Lítil ivi er um, at tað eru Real Madrid og Barcelona, sum hava roynt at keypa Henry frá Arsenal.