Metallica avlýst konsert í kvøld

Fleiri føroyingar vóru millum tey, sum í kvøld skuldu á konsert við amerikanska rockbólkinum Metallica í nýggju Royal Arena í Keypmannahavn. Fyrr í dag varð konsertin avlýst, tí sangarin, James Hetfield, er sjúkur og hevur fingið forboð frá lækna at syngja júst nú.

Royal Arena er nýtt spælistað í Ørestad, og fyrsta konsertin har var við Metallica fríggjakvøldið, og tá gramdi Hetfield seg um, at hann var ikki so væl fyri, men bólkurin fullførdi konsertina.

Metallica skal eisini spæla í Royal Arena týskvøldið, men enn er ikki greitt, hvussu verður við konsertini. Nøkur fólk, sum ikki sluppu á konsert í kvøld, kunnu sleppa inn týskvøldið, og annars hevur Metallica lovað at koma aftur til Keypmannahavn at spæla konsert 2. september.