Vit fáa ein munandi størri búskaparvøkstur í ár enn Búskaparráðið fyrr hevur mett.
Í metingum hjá Búsksparráðnum var roknað við, at vøksturin í ár ikki fer at vera meira enn 2,2 prosent, men í nýggjastu frágreiðingini, sum var almannakunngjørd í vikuni, er vøstruin mettur til í staðin at blíva 5,3 prosent.
2015 hevur eisini fingið eina nýggja meting. Áður metti Búskaparráðið vøksturin í 2015 til 2,5 prosent, men í seinastu frágreiðingini verður vøksturin í fjør mettur til at vera heili 6,2 prosent.
Búskaparráðið sigur í frágreiðingini, at gongdin í føroyska búskapinum seinastu árini hevur veirð óvanlig og tí hevur verið torført at gera stuttsiktaðar forsagnir. Millum annað tí eru metingarnar nú hægri.










