Meta av Fløtum sett sum økisleiðari

Almannaverkið hevur gjørt skjótt av og sett Metu av Fløtum í fyribils starv sum økisleiðara av Suðurstreymoyarøkinum

Eftir at økisleiðarin fyri øki 1, Suðurstreymoy, fór úr starvið, hevur Almannaverkið avgjørt at seta Metu av Fløtum í fyribils starv sum økisleiðari.

 

Meta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur hartil leiðsluútbúgving.

 

Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu 7 árini.

 

Áðrenn tað var hon varaleiðari í øki 1, sum er Suðurstreymoyarøkið, í fýra ár og síðan økisleiðari í eitt ár.
 

Meta av Fløtum kemur beinleiðis frá einum starvi sum leiðari av Lágargarði og byrjar alt fyri eitt í nýggja starvinum.