Metúrslit hjá Bakkafrost

Avlopið fyri skatt gjørdist 201 millión krónur hjá felagnum, ið nú riggar seg til børsskráseting í Noreg. Bakkafrost, sum nú eisini telur fyrrverandi Vestlaks, hevði í fjør sítt besta ár nakrantíð.

Úrslitið ger, at eginognin hjá felagnum við árslok 2009 var 571 mió kr., og svara hetta til 57% av samlaða fíggjarjavnanum.

- Vit kunnu ikki annað enn stórliga fegnast um okkara frálíka úrslit í 2009, ið er metár hjá felagnum. Ikki bara kringumstøðurnar vóru vildar. Okkara mongu starvsfólk, sum nú eru um 450 í tali, hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Hetta sæst eisini aftur í lyklatølum, tá ið vit samanbera úrslitið við líknandi feløg uttanlands. Málið er eisini í framtíðini at vera í fremstu røð. Fyri at røkka slíkum rakstri er umráðandi at seta trivnaðin hjá alifiskinum fremst. Bakkafrost hevur tí eisini sum mál at vera leiðandi alifelag við hægstu veterineru standardum, sigur Regin Jacobsen, stjóri.