Plátufelagið Tutl framleiddi í 2007 fleiri eindir enn nakrantíð Framleiðslan hjá Tutl í 2007 var 51.443 eindir. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at talið er farið upp um hálvthundrað túsund eindir, upplýsir Tutl í tíðindaskrivi.
Framleiddu eintøkini eru av 30 útgávum, har av 26 eru útgivnar í fjør. Hinar fýra fløgurnar eru endurprent av fløgum, sum vóru útseldar. Og av teimum 26 nýggju fløgunum, sum Tutl lat á marknaðin í fjør, eru sjey við tónleiki og tónleikarum frá Finlandi, Álandi, Svøríki, Estlandi og Danmark.