Metár hjá Polar Seafood

Árið í fjør royndist so væl hjá Polar Seafood, at avlopið gjørdist tað størsta í søgu felagsins. Roknskapurin fyri 2010 er ikki almannakunngjørdur enn, men sambært Sermitsiaq vísir hann 150 milliónir krónur í avlopi, og so gott úrslit hevur felagið ikki havt, síðani tað varð stovnað í 1984.

Svend-Erik Danielsen, nevndarformaður, sigur, at úrslitið er heili 543 prosent betur enn úrslitið í 2009. Tá hevði felagið góðar 20 milliónir krónur í avlopi.

Ein orsøk til ta stóru framgongdina er sambært nevndarformanninum størri søla til Russlands og Kina. Harafturat gjørdi oljuvanlukkan í Meksikoflógva seinasta summar, at eftirspurningurin eftir vørum úr sjónum vaks.