Fríggjadagin rann Bjørk 3.000m við tíðini 10min 5sek og er tað 2 sek skjótari enn gamla meti.
Leygardagin rann hon 1.500m við tíðini 4min 37sek og kutaði heili 7 sek av gamla metinum og rakk hetta eisini til eitt bronsu heiðursmerki.
Sunnudagin rann hon 800m við tíðini 2min 20sek og er tað umleið 1 sek skjótari enn gamla meti. Bjørk átti sjálv tey gomlu metini.
Eftir summarfrítíðina fer Bjørk at fáa aðrar og heilt nýggjar avbjóðingar og møguleikar, tá hon flytur tvørtur um hav til North Carolina at lesa. Avtalað er, at hon skal renna fyri East Carolina University, har eisini aðrir topprennarar umframt venjarar eru.
So tað skal vera løgið, um ikki Bjørk eisini í framtíðini fer at seta nógv nýggj met.