Met nógv ferðsla til Summarfestivalin

7288 bilar vórðu skrásettir at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin festivaldagarnar

Eingin veit um, at so nógv folk nakrantíð hava verið í Klaksvík, sum tað vóru hósdagin, friggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

Ein samanhangandi bilrøð var at kalla alla tíina líka frá tunnilsmunnanum til rundkoyringina við Borðoyarvík.

Hagtølini hjá P/ Norðoyatunlinum prógva eisini, at ferðslan var ómetaliga nógv.

Skrásett verða bara akfør, sum koyra fram við gjaldstøðini í tunlinum móti Leirvík, og frá hósdegnum til og við sunnudegnum, vóru 7288 akfør skrásett. Ferðslan hinvergin verður ikki skrásett.

Mesta ferðslan var sunnudagin, tá ið størsti parturin, búsitandi vestan fyri Leirvíksfjørð, fór heim aftur. Tá fóru 2750 akfør vestureftir gjøgnum tunnilin.