Ólavur í Beiti
Herfyri spurdi Flemming Mikkelsen í fyrispurningi Finnboga Arge um farleiðina millum Ørarvík og Hov. Flemming Mikkelsen vil í tveimum spurningum hava at vita, um nøkur kanning er sett í verk og í øðrum lagi, nær endaliga ætlanin væntast at fyriliggja.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin, nevndi Flemming Mikkelsen, at fyri 40 árum síðani varð vegastrekkið Ørarvík-Hov gjørt. Og ferðslan er vaksin øgiligt hesa farnu tíð, serliga tunga ferðslan, nú mest sum allir flutningur til og frá oynni gongur um Drelnes. Dagliga talið á akførum hesa farleið er umleið 600, vísti Flemming Mikkelsen á.
Eisini segði hann í viðmerkingunum, at suðringar halda, ið dagliga nýta hesa farleið til og frá arbeiði í góðum sum ringum veðri, at einasta rætta er at gera berghol millum Øravík og Hov. Hetta er landsstýrismaðurin kunnaður um, tá út við 1300 suðringar gjørdu vart við hetta vandamikla vegastrekkið.
Næsta ár
Í svari sínum til Flemming Mikkelsen, sigur Finnbogi Arge, at á fíggjarlógini fyri 1999 stendur soleiðis orðað: »Strekkið millum Øravík og Hov treingir til ábøtur, og er ætlanin at kanna, um tað er ráðiligt at byggja ein tunnil í staðin fyri tað sera trupla arbeiðið, tað er at breiðka vegin, sum hann er.« Av virksemisyvirlitinum undir greinini sæst, at 1 mill. kr. er sett av til hesa kanning.
? Nevnda kanning av vegastrekkinum Øravík ? Hov er byrjað. Landsverkfrøðingsstovnurin upplýsir fyri landsstýrinum, at mesti parturin av hesum árinum fer at ganga, áðrenn kanningin er liðug.
? Um nøktandi úrslit verða tøk í heyst, kann eitt endaligt uppskot til verkætlan verða liðugt móti vári næsta ár. Annað er so, nær løgtingið velur at seta hesa verkætlan á fíggjarlógina, svarar Finnbogi Arge.









