Mest toskur á uppboðssøluni

Stívliga 85,6 tons av fiski vóru á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.

Stívliga 85,6 tons av fiski vóru á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun.

 

Nógv mest var av toski, stívliga 30 tons tilsamans. Sløk 20 tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 17,32 krónur fyri kilo - og seks tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 15,33.

 

Nøgdirnar av hýsu vóru lutfalsliga smáar á marknaðinum í morgun, umleið trý tons tilsamans. Mest var av hýsu 2, og her var miðalprísurin 14,94 kónur fyri kilo. Hýsa 3 fór fyri miðalprísin 13,49.

 

Umleið 23 tons vóru av longu, harav mest var av longu 2, góð 10 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin 15,71 krónur fyri kilo. Longa 1 fekk miðalprísin 15,84.

 

Stívliga níggju tons vóru av havtasku, harav havtaska 1 og 2 fingu besta prísin, 29,58 krónur fyri kilo. Størstu nøgdirnar vóru tó av havtasku 4, 4,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 19,58. 

 

Nakað var eisini av reyðsprøku og tungu á uppboðssøluni í morgun, umleið 3,3 tons av reyðsprøku og sløk 4 tons av tungu. Prísurin á reyðsprøku var 7,59 - og tunga fór fyri stívliga 19,34 krónur í miðal fyri kilo.

 

Tilsamans seldi Fiskmarknaður Føroya í morgun 85,6 tons av fiski fyri stívliga 1,3 miljónir krónur, og hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,64 krónur fyri kilo.