Mest spennandi í Vestmanna

Fýra dystir eru á skránni í Sunset-kappingini sunnudagin, og á pappírinum sær út til, at størsti spenningurin verður í Vestmanna.

Í Vestmanna fær VÍF vitjan av Søljuni, og vágakvinnurnar hava verið óivað mest positiva yvirraskilsi í kvinnukappingini í ár. Tær hava ligið heilt frammi í oddinum, men eru dotnar niður á fjórðaplássið nú beint framman fyri VÍF. Vestmannakvinnnur hava í fleiri ár verið við í toppinum av føroyskum kvinnuhondbólti, men missurin av fleiri lyklaleikarum undan hesum kappingarárinum hevur ført við sær, at tær nú ikki longur teljast millum medaljukandidatarnar.

Lætt hjá teimum fremstu
Tey trý fremstu liðini í Sunset-kappigini, Stjørnan, VB og Neistin hava øll trý á pappírinum lættar uppgávur sunnudagin. Oddaliðið Stjørnan skal til Runavíkar at dystas við avgjørda botnliðið Tjaldur, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tað skuldi eydnast Tjaldrinum at fáa sítt fyrsta stig í hesum kappingarárinum í tí dystinum.
Nærmastu kappingarneytarnir hjá Stjørnuni eru vágskvinnur, og VB fær sunnudagin vitjan av StÍF í Vàgi. Her er eisini lagt upp til ein stórsigur til heimaliðið, sum serliga á heimavølli ofta renna mótstøðuliðini um koll. StÍF hevur tó viðvhvørt gjørt ein vørr móti onkrum av fremru liðunum, men at tær skulu gera nakað við VB í Vági tykist ógvuliga lítið sannlíkt.
Í Havn verður grannauppgerð millum havnarfeløgini bæði, Kyndil og Neistan, og her eru neistakvinnur greiðir favorittar. Neistin liggur í løtuni á einum bronsuplássi, meðan Kyndil er næstaftast, og munurin á hesum báðum liðum hevur verið týðuligur í innanhýsis dystunum fyrr í ár, og tað verður hann óivað eisini sunnudagin.