Mest spennandi kappingarárið nakrantíð

Formel 1 árið 2006 stendur fyri durðum og alt bendir á, at talan verður um eitt tað mest spennandi kappingarárið nakrantíð.

Formel 1
 
Sunnudagin verður ársins fyrsta formel 1 koyring hildin í Bahrain. Broytingar í reglugerðini fyri bæði bilar og dekk og koyringina, umframt flytingar av koyrarum millum lið, hava blandað kortini av nýggjum. Eingin dugir veruliga at gita, júst hvat fer at henda. Meistaraheitið kann enda hjá Renault, Honda, McLaren, Ferrari, Toyota, Williams, Red Bull ella BMW-Sauber. Tað einasta, ið tykist rættiliga greitt er at nýggja liðið Super Aguri og Jordan liðið, ið nú er russiskt og eitur Midland fara at stríðast um aftastu plássini.
 
Royndarkoyringarnar í vetur hava víst tendensir heldur enn nakað avgjørt. Heimsmeistara liðið Renault tykist sterkt, men tað gera fleiri av hinum liðunum eisini. Tað er eisini soleiðis, at royndarkoyringin vanliga er eitt slag av poker, onkur vil ikki vísa sína fullu megi, tí verður t.d. eykað brennievnið koyrt á bilarnar, soleiðis, at teir  koyra spakuligari. Onnur hava áhuga í at tykjast sterkari, enn tey veruliga eru. Tí verður koyrt við næstan ongum brennievni, og bilurin verður settur upp til stuttar skjótar koyringar. Tí er fullkomiliga ómøguligt at siga nakað, um hvør er bestur. Tó hava royndarkoyringarnar víst okkurt. Eitt nú hava McLaren Mercedes aftur í ár havt nógvar motortrupulleikar, og tað boðar ikki frá góðum fyri liðið, ið hevði skjótasti bilin í fjør, men tapti meistaraheitið orsakað av nógvum samanbrendum motorum. Eisini tykist Honda sera sannførandi, liðið hevur royndarkoyrt meira enn nakað annað lið og setti skjótastu tíðina seinasta dagin í royndarkoyringum
 
Øll tykjast eisini samd um, at Ferrari kann gerast ein stór hóttan fyri hini liðini, aftan á fimm ár sum meistari, endaði liðið á triðja plássi í fjør, tí eru bæði liðið og sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher svong eftir at sigra.
 
Keldur: f1.com og F1 Racing