Mest sannlíkt við eini ABC samgongu

Tað, sum helst liggur fremst í teimum politisku kortunum nú, er at royna at skipa eina nýggja samgongu ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, heldur politiskur eygleiðari Hóast løgmaður hevur koyrt Tjóðveldið úr samgonguni og samráðingar um nýggja samgongu, nú byrjað aftur á sløttum borði, er tað framvegis løgmaður, sum hevur tey bestu kortini á hondini.

Tað heldur Jógvan Mørkøra, politiskur eygleiðari og viðmerkjari hjá Rás2.

Løgmaður situr eftir við buktini um hann ikki hevur endarnar eisini, segði hann við tíðindini á Rás2 fyri eini løtu síðani.

Og hann heldur, at tað, sum liggur fremst í kortunum, er at royna at skipa eina nýggja ABC samgongu.

Hann heldur, at sárini, sum fullveldissamgongan ímillum Fólkaflokkin og Tjóðveldið fekk, eru so djúp, at tey eru kanska ikki lekt enn, so hann ivast í um tað ber til at klinka teir báðar flokkarnar saman aftur.

Samstundis hevur Sambandsflokkurin havt so greiða støðu í seinastuni í sambandi við ætlanina at skerja blokkin og um uttanríkistænastu, at tað skal nógv til, áðrenn B og E kunnu semjast um eitt politiskt samstarv.

Sostatt kann støðan hjá Tjóðveldinum tykjast nokk so veik í dag, heldur Jógvan Mørkøre.

Tí verður mett, at løgmaður framvegis situr við besta møgleikanum at skipa eina nýggja samgongu, tí hann er framvegis samráðingarleiðari.

Men tað veldst sjálvandi um, hvat teir báðir flokkarnir siga